Vegleiðing til ReadIT 3.0

Knøttar

Les

Lesur tekstin á síðuni. Tú kanst eisini markera tekst, sum tú vilt hava lisnan. Hevur tú orðabókina frammi, kanst tú eisini lesa úr henni.

Pausa

Pausar lesingina.

Steðga

Steðgar og nullstillar lesingina. Tó ikki, um tú peikilesur.

Orðabók

Markera eitt orð og vel orðabók, og tú sært, hvat orðið merkir. Trýst á les, og merkingin verður lisin.

Les við mús

Halt músini uppi yvir einum teksti, og hann verður lisin. Í innstillingum velur tú, hvussu long tíð skal ganga, til lesingin byrjar.

Fokus

Við eini lineal undir lisna tekstinum ella eini rammu rundan um hann, kanst tú fylgja betur við lesingini. Vel lineal ella rammu í innstillingum. Har velur tú eisini stødd, lit og kámleika á rammu.

Innstillingar

Í innstillingunum kanst tú laga lesingina til tín tørv. Les meira um innstillingar niðari á síðuni

Vegleiðing

Letur upp hesa vegleiðing.

Lat aftur

Letur amboðsbjálkan aftur.

Funkur á knappaborði

Hesar funkur á knappaborðinum gera tað sama sum funkurnar á amboðsbjálkanum.

Les

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+K [Alt]+[Shift]+K [Control]+[Alt]+K

Pausa

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+L [Alt]+[Shift]+L [Control]+[Alt]+L

Steðga

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+J [Alt]+[Shift]+J [Control]+[Alt]+J

Orðabók

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+Y [Alt]+[Shift]+Y [Control]+[Alt]+Y

Les við mús

Byrja at lesa við mús
Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+I [Alt]+[Shift]+I [Control]+[Alt]+I

Steðga at lesa við mús

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+O [Alt]+[Shift]+O [Control]+[Alt]+O

Fokus

Ramma
Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+R [Alt]+[Shift]+R [Control]+[Alt]+R
Lineal
Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+T [Alt]+[Shift]+T [Control]+[Alt]+T

Innstillingar

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+A [Alt]+[Shift]+A [Control]+[Alt]+A

Vegleiðing

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+H [Alt]+[Shift]+H [Control]+[Alt]+H

Lat aftur

Chrome/Edge Firefox Safari
[Alt]+Q [Alt]+[Shift]+Q [Control]+[Alt]+Q

Innstillingar

Í innstillingunum kanst tú broyta lesiferð, rødd og mál. Tú kanst eisini goyma lesing sum MP3, broyta útsjónd á amboðsbjálkanum o.a.

Markeringslitir

Vel eitt tema ella ger títt egna.

Sjálvskroll

Vel sjálvskroll fyri at fáa síðuna automatiskt at skrolla niðureftir so hvørt, sum lisið verður. Ferð á skrolli og plasering av markøri kunnu innstillast.

Fokusinnstillingar

Vel, um tú vilt nýta lineal ella rammu. Við rammu kanst tú velja lit, stødd og kámleika.

Nýt upprunaligar innstillingar

Trýst á knøttin ”Reset to default” fyri at seta allar innstillingar aftur til tað, sum tær upprunaliga vóru.